Ein av nýggjheitum frá Suziki er GSX 650F, sum er ein tekniskt framkomin og flott motorsúkkla. 
At síggja til líkist Suzuki GSX 650F eini súkklu í Supersport klassanum, men í veruleikanum er hon ein Suzuki Bandit 650 við allari útgerð. Suzuki Bandit 650 varð av donskum motorsjournalistum kosin ”Årets motorcykel 2007”. 
Suzuki GSX 650F hevur 4 syl. vatnkøldan motor við 656 kubikk og 85 hk við 10.500 snún/min. Toppferðin er 215 km/t. Kápan framman á GSX 650F verjir føraran væl undir koyring móti t.d. vindi, vatni og insektum. GSX 650F er ein væl koyrandi allround motorsúkkla. 
Tað er MC-Sølan á Norðasta Horni í Havn, sum umboðar Suzuki motorsúkklurnar. 
Á heimasíðuni: www.mc-solan.fo eru upplýsingar um úrvalið av t.d. motorsúkklum og skutarum og hópin av leikjum til aðrar MC-síður. 
Suzuki GSX650F, sum fæst í tveimum litsamansetingum: hvít/blá ella svørt, kostar kr. 77.498,- 










