Frá 1. januar til 20. desember, eru 2779 akfør seld í Føroyum Føroyingar hava aftur í ár keypt nógvar bilar.
Ein uppgerð hjá Akstovuni vísir, at frá 1. januar til 20. desember, vórðu seld 2779 akfør í Føroyum.
Av teimum vóru 1789 persónbilar, 419 vørubilar, 20 hýruvognar og 29 lastvognar.
Og fyri fyrstu ferð er eisini ein diplomatbilur skrásettur í Føroyum í ár.
Hyggja vit eftir teimum einstøku merkjunum, vísir uppgerðin hjá Hagstovuni, at aftur í ár er tað Suzuki, sum er mest seldi bilur í Føroyum. Tilsamans eru 367 Suzuki bilar seldir frá 1. januar til 20. desember.
Næst mest selda bilmerki er Toyota við 324 bilum, á triðja plássið er Ford við 241 bilum, á fjórða plássið er tað Citroën við 200 bilum og Peugeot er á fimta plássi við 147 bilum.
Hjá Suzuki er tað serliga Swift, sum er vælumtóktir, tí frá 1. januar til 20. desember vóru 116 Suzuki Swift bilar seldir.
Hjá Toyota er tað Corolla/Auris, sum er mest selt við 128 bilum. Hetta er samstundis tað einstaka modellið, sum er mest selt í Føroyum av øllum í ár.
Mest seldi Fordurin er Transit, mest seldi Citroënurin er Berlingo og mest seldi Peugeot bilurin er 207.