Ein av nýggjheitum frá Suziki er B-King, sum er ein tekniskt framkomin súkkla við rættiliga sermerktum designi. Ein sonevnd »nakedbike«.
Hendan Suzuki B-King varð fyrstu ferð sýnd fram sum »showbike« á Tokyo Motor Show í 2001 og er nú komin á marknaðin.
Suzuki B-King hevur 4 syl. vatnkøldan motor við 1.340 kubikkum og 184 hk við 9.500 snún/min. Botntrekkið er 146 Nm við 7.200 snún/min. B-King hevur 6-gir og verður roknað sum ein kvik og heldur ógvuslig súkkla við ríkiligt av kraft og serliga sportligum koyrieginleikum.
Tað er MC-Sølan á Norðasta Horni í Havn, sum umboðar Suzuki motorsúkklurnar.
Á heimasíðuni: www.mc-solan.fo eru upplýsingar um úrvalið av t.d. motorsúkklum og skutarum og hópin av leikjum til aðrar MC-síður.
Suzuki B-King kostar 151,700 krónur.
mg