Suverent skiparans avgerð

- Tær avgerðir, ið skulu takast í slíkari støðu, er suverent skiparans, sigur Bogi Mortensen, stjóri í SSL.

Tær avgerðir, ið skulu takast í slíkari støðu, er suverent skiparans, sigur Bogi Mortensen, stjóri í SSL.

 

Tað hevur verið funnist at avgerðini hjá Smyrli at venda suður aftur til Suðuroyar, tá ikki slapst at bryggju í Havn í gjárkvøldið. Og sambært stjóranum á Strandfaraskipum Landsins er tann avgerðin bert upp til skiparan at taka.

 

- Vit høvdu kannað, um tað var komandi at bryggju í Kollafirði, men har lógu skip. Hetta er fyrsta ferðin, at Smyril velur at fara suður aftur, tí ikki slepst at í Havn, og tað er ikki nógv, tá hugsað verður um, at síðani nýggi Smyril kom hevur hann siglt 12.000 túrar millum Suðuroynna og Havnina, sigur Bogi Mortensen.

 

Hann sigur, at tað kann teljast a einari hond, at Smyril hevur nýtt alternativar havnir.

 

- Tað ber ikki til hjá okkum at hava alternativar havnir klárar, og harvið forða fyri, at onnur skip sleppa at bryggju. Hetta var ein her og nú trupulleiki, og skiparin valdi at taka hesa avgerðina, sigur Bogi Mortensen.

 

Tað kom eitt sindur óvart á, at Smyril ikki slapp at bryggju í gjárkvøldið.

 

- Tey veðurkort, sum skiparin hugdi eftir, áðrenn farið var av Krambatanga, vístu seg ikki at vera heilt røtt, tí vindurin var nógv meiri, tá komið var í Nólsoyarfjørð, enn kortið vísti. Hetta var tað sum hendi í gjárkvøldið, sigur Bogi Mortensen.