Suverenir suðuroyingar

Higartil í summar hevur kappingin millum 6-mannaførini við monnum verið ein av teimum mest spennandi.

Í dag var eingin kapping. Tvørabáturin, sum á Varmakeldur vann við so framúr endaspurti, vísti onga náði í dag. Suðuroyingarnir løgdu seg beinanvegin framum hinar, og síðani vóru teir ongantíð hóttir.

Tá ið Tvørabáturin fór um málið, var meiri enn ein bátslongd aftur til kappingarneytarnar.

Sundabáturin var leingi næstfremstur, meðan Riddarin eftir vánaligan start hevði strítt seg fram á triðja plássið. Á síðstu trý hundrað metrunum bjóðaði Riddarin Sundabátinum av, og tá ið bátarnir fóru um málið, hevði Riddarin tryggjað sær næstfremsta plássið, sum kann fara at vísa seg avgerandi, tá ið FM kappingin fer at verða avgjørd ólavsøkuaftan.

Undan Ólavsøku hava bæði Riddarin og Tvørabáturin 39 stig!

 

Úrslit

1 Tvørabáturin 04:48.12

2 Riddarin 04:51.03

3 Sundabáturin 04:53.22

4 Gongurólvur 04:55.20

5 Smyril 05:00.13

6 Rádni 05:02.01

7 Skúgvur 05:03.15

8 Strálan 05:05.24

9 Hósvíkingur 05:12.11

 

Støðan

1 Riddarin 39

2 Tvørabáturin 39

3 Sundabáturin 24

4 Smyril 23

5 Gongurólvur 20

6 Skúgvur 12

7 Rádni 10

8 Jarnbardur 1

9 Kollfirðingur 0

10 Lómur 0

11 Hósvíkingur 0

12 Strálan 0

13 Fortuna 0

14 0

15 Lokkin 0