Suu Kyi til Noregs

Í summar kemur andstøðuleiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, til Noregs at vitja, og hetta verður hennara fyrsta uttanlandsferð í 24 ár. Hon skal eisini vitja Bretland.

-Vit kunnu vátta, at uttanríkisráðharrin og Aung San Suu Kyi umrøddu vitjanina í Noregi, tá tey tosaðu í telefon sunnudagin, sigur kunningarráðgevin í norska uttanríkisráðnum, Svein Atle Michelsen, við tíðindastovuna NTB.

Aung San Suu Kyi sleppur tó ikki til Noregs og Bretlands, fyrr enn ávís pappírsviðurskifti eru fingin upp á pláss. Hon hevur fleiri ferðir søkt um at fáa pass, og so seint sum í síðstu viku var hon og fylti eina umsókn út. Ein ónevndur talsmaður í Myanmar sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at Aung San Suu Kyi hevur ikki fingið nakað pass enn.