Tær tríggjar kvinnurnar úr russiska tónleikabólkinum Pussy Riot, sum sita í fongsli, eiga at sleppa leysar.
Tað segði andstøðuleiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, í gjár, tá hon luttók í einum tiltaki hjá Amnesty International í Washington. Í sambandi við tiltakið fekk Aung San Suu Kyi ymnsar spurningar frá fólki. Ein av spurningunum var um tær fongslaðu tónleikakvinnurnar, og Suu Kyi svaraði, at hon mælti russisku myndugleikunum til at lata tær leysar.
Tá onkur nevndi, at svar hennara kundi tulkast sum ein atfinning at russisku stjórnini, svaraði Aung San Suu Kyi, og allar stjórnir mugu vera til reiðar at tola atfinningar.
Tær tríggjar Pussy Riot-kvinnurnar fingi tvey ára fongsul fyri at hava skipað fyri einum mótmælistiltaki í einari kirkju í Moskva í februar mánað. Pjotr Verzilov, sum er giftur við einari av kvinnunum, var við í tiltakinum í Washington í gjár.