Hernaðarstýrið í Myanmar hevur skrivað út eykaval, har veljararnir skulu manna nakrar tingsessir, sum hava staðið tómir síðani seinasta tjóðartingsval. Nú hevur flokkurin hjá andstøðuleiðaranum Aung San Suu Kyi kunngjørt, at hann fer at taka lut í valinum, og at Suu Kyi stillar upp.
Teir 48 tingsessirnir hava staðið tómir, tí at tinglimir vórðu settir í starv í almennu umsitingini.
Andstøðuflokkurin tók ikki lut í seinasta vali, tí reglurnar forðaðu fyri, at Aung San Suu Kyi ikki slapp at stilla upp. Tær reglurnar eru strikaðar nú.
Aung San Suu Kyi fekk Nobel-friðarheiðurslønina í 1991.










