Um vikuskiftið fara londini í Landssynningsasia at halda fund í Singapore, og í tí sambandi hava amerikanski forsetin, barack Obama, og forsætisráðharrin í Burma ella Myanmar, Thein Sein, avtalað at hittast sunnudagin. Hetta verður fyrstu ferð í 43 ár, at leiðararnir í teimum báðum londunum hittast.
Á fundinum fer Obama at biðja hernaðarstýrið í Burma lata andstøðuleiðaran Aung San Suu Kyi leysa úr varðhaldinum.
Hernaðarstýrið er í ferð við at fyrireika val til at velja nýtt tjóðarting, men andstøðan hóttir við at boykotta valið, verður leiðari hennara ikki latin leys.