Suu Kyi í Hvítu Húsunum

Barack Obama, forseti, hitti í gjár andstøðuleiðaran í Myanmar, Aung San Suu Kyi, sum er á ferð í USA. Fundurin var á forsetaskrivstovuni í Hvítu Húsunum.

Eygleiðarar lýsa fundin sum søguligan, tí fyri bara fáum árum var tað púra óhugsandi, at Suu Kyi kundi fara á fund í Hvítu Húsunum.

Tað er ikki greitt, hvat tey bæði tosaðu um.

Á ferð síni í USA hevur Aung San Suu Kyi verið og vitjað Hillary Clinton, uttanríkisráðharra, og í gjár var hon í Kongressini og tók ímóti einum heiðurstekini, sum Kongressin játtaði henni fyri nøkrum árum síðani.