Suu Kyi fer ikki á fyrsta tingfundin

Andstøðuleiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, og nývaldu floksfelagar hennara fara ikki á tann fyrsta fundin, sum tjóðartingið heldur eftir valið tann 1. apríl, tí tey vilja ikki skriva undir uppá, at tey virða og vilja verja grundlógina.

Tað sigur ein talsmaður fyri flokkin NLD.

Stjórnin sigur hinvegin, at hon vil ikki broyta tað, sum nývaldir tinglimir skulu skriva undir uppá, tá teir møta til tings. Sum eina seinastu roynd ætlar andstøðan at fáa forsetan upp í málið, men hann er á vitjan í Japan í løtuni.

Fyrsti tungfundur eftir valið verður mánadagin, og tá ætlaði andstøðan at gera nógv burtur úr valsigrinum fyri trimum vikum síðani, tá NLD vann 43 av teimum 44 tingsessunum, sum skuldu veljast.