Aung San Suu Kyi varð í dag afturvald til leiðara fyri andstøðuni í Myanmar. Tað hendi á landsfundi hjá Tjóðarsamgonguni, og Aung San Suu Kyi fekk atkvøðurnar frá øllum teimum 120 limunum í aðalstjórnini.
Men landsfundurin hevur eisini avdúkað fleiri avbjóðingar innanfloks, og at tað er ikki full semja í flokkinum um øll mál, skrivar AFP. Vantandi kunnleiki til politiskt arbeiði er ein trupulleiki hjá flokkinum, og landsfundurin vísti, at teir yngru og teir eldru limirnir draga ikki eina línu.
Forsetin í Myanmar, Thein Sein, hevur sagt, at herurin er til reiðar at broyta grundlógina, so fólkið kann fáa høvi til velja Aung San Suu Kyi til forseta á næsta valinum, sum verður í 2015.










