Shaila, Pál og Malan settu FO-met í morgun.
Shaila Millum Garðarnar svam 50m firvald við tíðini 0.29.80 og er tað FO met, gamla metið var 0.30.65, Shaila er sostatt fyrsta føroyska kvinnan, sum hevur svomið undir 30 sekund á 50m firvald.
Pál Joensen svam 400m frí við tíðini 3.57.17, tað er meira enn 9 sekund betur enn gamla metið, ið var 4.06.37.
Malan Vitalis Bærendsen setti eisini FO-met í morgun, við at svimja 50m bringu við tíðini 0.35.79, gamla metið var 0.36.90, so her er talan um munandi framstig.
Mona svam 200m frí við tíðini 2.14.81, tað er eitt sindur frá FO-metinum.
Svomið varð aftur seinnapartin:
Pál hevur skarvað 12 sekund av FO-metinum í 400m frí, tíðin hjá Pál er 1,5 sekund betur enn danska junior rekordin, ið fyrverandi heimsmeistarin Jacob Cartensen eigur.
Pál kom á mál, sum klárt besti juniorur, við tíðini 3.54.50 - 875 fina stig, hann tók sostatt 3 sekund av metinum, sum hann setti í morgun.
Pál er næstbesti juniorur í Europa á 400m frí teininum.
Malan Vitalis Bærendsen hevur aftur nú seinnapartin sett FO-met í 50m bringu við tíðini 0.35.34, eisini hevur hon svomið seg til eitt pláss í finaluni.
Shaila Millum Garðarnar var við í hálvfinaluni í 50m firvald, hon kom á mál við tíðini 0.29.83, t.v.s. 3 hundradapartar frá met-tíðini hon settið í morgun. Hon gjørdist akkurát ov stutt til pláss í finaluni.