SuSvim Open helst á nýggjum stórskíggja

Vágs kommuna hevur samtykt at játta stuðul til stórskíggja, og kommunan hevur eisini játtað pengar til annað felagsvirksemi í býnum.

 

Í tíðindaskrivi í kvøld siga tey í Vágs kommunu, at stuðulin, sum er játtaður, er á stívliga 200.000 krónur, og hann skal brúkast til ein stórskíggja. Játtanin er eisini einmælt samtykt av fíggjarnevndini hjá kommununi.

Verandi stórskíggi er ein 25 ára gamal, og hann er latin sum gáva frá Tórshavnar kommunu. SuSvim hevur nú keypt skíggjan frá Framskák, og hetta eru somu skíggjar, sum vera brúktir í donsku svimjuhallunum í dag. Nýggi skíggin er 7,37 fermetrar stórur. 

- Eins øll onnur ítróttarøki og ítróttur annars meti eg tað vera alneyðugt, at SuSvim og Páls Høll fáa nýggjan stórskíggja. Gamli stórskíggin var ikki nútíðarhóskandi. Nú var tíðin komin, at vit í Vágs kommunu góvu SuSvim eina hjálpandi hond við skíggjanum.

Tað sigur Levi Mørk, sum er formaður í mentanarnevndini hjá Vágs kommunu.

- Seinasta ár fekk Vágs Høll eina nýggja klokku, og í vikuni samtykti Vágs býráð at játta Vágs Kappróðrarfelag og FC- Suðuroy 80.000 krónur í part, leggur hann aftrat.

Vágs býráð hevur eisini fingið eina umșókn frá felagnum Johanna TG326, og her hevur býráðið samtykt at játta 60.000 krónur í stuðli.

- Væntandi verður nýggi stórskíggin hjá SuSvim klárur til kappingina  - SuSvim Open - sum verður í Páls Høll, vikuskifti 10-11. apríl í ár, sigur formaðurin í mentanarnevndini hjá Vágs kommunu.