SuSvim hevur bestu unglingarnar

SuSvim vann flest heiðursmerki, tá Ægir og Svimjisamband Føroya skipaðu fyri Juniormeistarstevnu og Meistarastevnu fyri Ung um vikuskiftið.

 

Um vikuskiftið skipaði Ægir og Svimjisamband Føroya fyri Juniormeistarstevnu og Meistarastevnu fyri Ung um vikuskiftið.

 

SuSvim vann nógv flest heiðursmerki og prógvaði, at svimjingin hevur góð kor har suðuri. Umframt at Susvim vann flest heiðursmerki sum felag, vann Sára Ryggshamar Nysted eisini flest heiðursmerki.

 

SuSvim vann tilsamans 71 gullheiðursmerki, 47 silvur og 41 bronsu. Havnar Svimjifelag vann næstflest, 45 gull, 55 silvur og 38 bronsu. Ægir vann 26 gull, 20 silvur og 27 bronsu, Reysti vann 16 gull, 11 silvur og 11 bronsu, FS vann 9 gull, 12 silvur og 15 bronsu, meðan Flot vann trý silvur og trý bronsuheiðursmerki.