SuSvim á odda á MU 2014

Suðuroyar Svimjifelag vann mest, fyrsta dag á Meistarastevnuni fyri Ung 2014.

Árliga Meistarastevnan fyri Ung er í hesum døgum í Svimjihøllini í Gundadali, við luttøku av svimjarum úr øllum 6 feløgum í landinum.

Nú eftir fyrsta av tveimum á døgum á stevnuni, er Suðuroyar Svimjifelag greitt á odda, við 26 gullheiðursmerkjum, 17 silvurheiðursmerkjum og 5 bronsuheiðursmerkjum.

Mest vinnandi svimjarar eru Sára R. Nysted og Rólant Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag, sum hava vunnið ávíkavist 6 og 5 gullheiðursmerki, umframt 2 úr silvuri í part.

Úrslit og annað sæst her á svimjing.com.