Sussi og Leo til Føroya

Í oktober næsta mánað fer ein kend undirhaldsduo í Danmark, Sussi og Leo, á pall í Føroyum.

 

Hetta er fyrstu ferð, tey eru í Føroyum, og her fara tey at hava tvær framførslur, ávíkavist í Tvøroyrar klubba fríggjakvøldið 26.oktober og í høllini í Runavík, leygarkvøldið 27.oktober, í samband við mentanarvikuna, sum verður har.

 

Sussi og Leo eru millum kendasta undirhaldarar í Danmark. Men tey eru eisini ímillum tey mest umstríddu.

 

Summi orka ikki fyri teimum, men tað skerst heldur ikki burtur, at tey eru serstakliga vælumtókt hjá nógvum og tað er mangan fult hús, tá ið tey framføra.

 

Sussi og Leo ið bæði eru frá Saltum, norðaliga í Jútlandi og tey hava mong ár á baki sum tónleikarar og undirhaldarar, har tey eru serliga kend fyri at hava heilt serstakar framførslur.