Sussi og Leo spæla fyri føroyingum

Eitt tað kendasta og sermerkta parið á danska tónleikapallinum spælir á Skarv um vikuskiftið. Sussi og Leo hava 40 ára jubileum í ár, sum millum annað verður hátíðarhildið á føroyska dansistaðnum á Pilestræde í Keypmannahavn.

 

Tónlistarliga eru tað deildar meiningar um evnini hjá sjáldsama parinum, men undirhaldsvirði hava tey so og ofta yvirraska tey við óvæntaðum tingum á pallinum.

Tað er Edmund S. Jacobsen, sum hevur samskipað tiltakið í Skarv, har eisini Ottar í Funningsstovu kemur at venda plátur.

- At fáa Sussi og Leo er eitt løgi og avbjóðandi val. Uttan royndirnar, eg havi við at fyriskipa slíkum tiltøkum, hevði eg ikki gjørt hetta, men tað kann geva eitt ótrúliga gott úrslit, sigur Edmund S. Jacobsen, sum roknar við nógvum føroyingum í danska høvuðsstaðnum.

- Roger Waters hevur The Wall konsert í Parkini, sum nógvir føroyingar koma til Danmarkar at lurta eftir, og føroysku The Dreams spæla í The Rock. Harumframt boksa Brian Nielsen og Evander Hollyfield, so hetta verður ivaleyst eitt stórt kvøld, metir Edmund S. Jacobsen.