Sussi eina á pall í kvøld

Í kvøld fer Sussi eina á pall, eftir at hava mist Leo, ið var maki og sum stóð við hennara lið í 50 ár.

Tann 18. Februar andaðist Leo Nielsen, ið var annar helmingurin av danska tónleikaparinum Sussi og Leo.

 

Minni enn eina viku eftir fer Sussi eina á pall.

 

Við danskar miðlar sigur Sussi, at hetta við at avlýsa er ikki nakað, ið Leo hevði verið við uppá, og tað hevur ongantíð verið nakað, ið hevur vanligt hjá teimum.

 

Og sjálv dámar henni ikki at avlýsa, sigur Sussi, og viðmerkir, at Leo var mangan á palli, tá hann var sera sjúkur.

 

Tey hittust 15 ára gomul, og hildu síðani saman, bæði privat og á palli.

 

Men í kvøld er Sussi á palli uttan Leo, men saman við tónleikarunum, dreingjunum, sum hon rópar teir.

 

Sussi hevur áður roynt at staðið á palli, tá sorg hevur rakt. Tá pápin doyði, stóð hon á palli sama dag.

 

Sussu sigur seg gleða seg til at spæla, og geva av tí kærleika, ið  fólk hava givð Sussi og Leo, tá tey hava verið á palli.

 

Sambært kalendaranum á heimasíðui hjá Sussi og Leo, so skal spælast í Mørks Kælder í kvøld.

 

##med2##