Suspekt skal spæla á G!

G! Festivalurin avdúkar fleiri bólkar hesa vikuna

Danski hipphopp bólkurin Supsekt skal spæla á G! Festivalinum í summar.

Tað kunnger festivalurin nú seinnapartin.

Supspekt er mannað við teimum trimum Bai-D, Orgi-E og Rune Rask, sum allir eru uppvaksnir í Albertslund í Danmark. Teir hava havt bólkin Suspekt síðani 1999 og hava givið fimm útgávur út. Serliga tær nýggjaru útgávurnar hava fingið sera góð ummæli. Suspekt hevur vunnið fleiri heiðurslønir fyri teirra tónleik.

Suspekt spælir og rappar í kontantum stíli, og teirra tónleikur verður stundum nevndur horrorcore. Supspekt er fyrsti bólkurin, sum G! Festivalurin kunnger til summarið, men festivalur fer at kunngera fleiri bólkar hesa vikuna.