Fríggjadagurin á ársins G! Festivali er væl ávegis, og hóast tað ikki hava verið nakrar framførslur á Sandinum enn, so hava gestirnir havt nokk av upplivingum og framførslum at fara til aðrastaðni.
Ponyríðing og bíblulesnaður hjá GUT // Productions hevur verið á skránni fyrr í dag, men fyrsta framførslan í dag átti Hans Andrias, tá hann 17.20 fór á pallin á spæliplássinum.
Eingin ivi er tó um, at stóra navnið í kvøld er danska hip hop bólkurin Suspekt, ið klokkan 22.45 skal fáa lív í mannamúgvuni á Sandinum.
Sambært G! So hava gestir alla orsøk at gleða seg til framførsluna hjá bólkinum, ið hevur vunnið fleiri virðislønir fyri besta livebólk í Danmark.
- SUSPEKT hava verið millum fremstu hip hop bólkarnar í Danmark heilt síðani nítiárini. Teir eru kendir fyri eina serliga myrka útgávu av hip hop, ónærisligar tekstir og garrvillar live framførslur, skrivar bólkurin.
Fleiri spennandi føroyskir bólkar fara eisini á pallin seinni í kvøld, harímillum Son of Fortune, ið nýliga hevur útgivið eina nýggja fløgu.