Fyri fimm árum síðan vildu fólk í Esbjerg ikki hava sushi, men seinnu árini er marknaðurin eksploderaður, og býurin hevur fingið fýra matstovur sum selja sushi. Um dagarnar læt aftur ein nýggj sushi-matstova upp í Esbjerg, sum er partur av ?take-away? ketuni, Yutaka.
Matstovan læt upp í Strandbygøtuni í býnum.
Í Esbjerg eru nú fýra matstovur, sum selja rís við ráum fiski og øðrum tilhoyri.
Tær báðar asiatisku matstovurnar, Xin Yuan og Asia Restaurant hava í longri tíð havt sushi í síni matskrá, eins og tær hava havt eina serstaka sushi-matskrá.
Tað er ikki langt síðan, at Yammi Sushi eisini læt upp í Storegade.
Føtex í Smedegade hevði fyri umleið fimm árum síðan fyrstu ferð sushi í síni matskrá. Hetta var ein roynd, sum ikki eydnaðist, tí eingin tá vildi hava sushi.
Esbjerg var slett ikki til reiðar til sushi fyri fimm árum síðan, men seinastu árini er marknaðurin í býnum fyri sushi eksploderaður.