Sushi og fiskaflak leingja um lívið

Tað loysir seg at seta laks, fiskaflak og sushi á matarskránna, tí fiskur ger, at tú livir longri, samstundis sum tað almenna sparir nógvar útreiðslur. Fyri fyrstu ferð nakrantíð er tað eydnast at skjalprógva, hvussu nógv sunnari tú verður, um tú etir fisk tvær ferðir um vikuna. Gransking vísir, at fiskur kann verða betri enn ávísar viðgerðir móti krabbameini.

- Úrslitini eru serstakliga áhugaverd. Tey vísa, at vit á ein einfaldan hátt kunnu fyribyrgja sjúkum og faktiskt kunnu liva longri enn við ávísum viðgerðum við heilivági.

Tað sigur Mette Wier, sum er forkvinna í Fyribyrgingarráðnum hjá donsku stjórnini.

Nútíðarsamfeløg dragast við tað, vit rópa lívsstílssjúkur, og gransking vísir, at tað almenna kann spara 4.000 krónur fyri hvønn borgara, sum er yvir 30 ár restina av lívinum hjá viðkomandi, um fólk eta fisk regluliga.

Hetta svarar til, at tað almenna í eitt nú Danmark kann spara tilsamans 14,2 miljardir krónur.

Eftir føroyskum viðurskiftum er talan sostatt um 1/100 av hesum, tí vit eru umleið 100 ferðir so fá í tali sum danir.

Aðrir hættir at styrkja um heilsuna eru at kvetta við royking og at eta seks stykkir av frukt og grønmeti um dagin.