Tað er í grundini løgið at sushi ikki hevur verið meira vanligt í Føroyum. Vit hava jú rávøruna í ovurmát kring okkum. Og ráur fiskur átti ikki at hildið okkum aftur, tí vit eru von við eitt sindur av hvørjum, so sum turran fisk, skerpikjøt, tvøst og annað, sum ikki verður hitaviðgjørt.
Tað er ikki torført at ganda leskiligu bitarnar fram sjálv, um tú bara hevur eina góða uppskrift og tilfarið, sum skal til.
Vit hava prátað við sushikokkin Kob Srisin á matstovuni Etika í Havn. Hon vil heldur enn gjarna geva okkum nøkur góð ráð um sushi. Í matstovuni brúka tey fleiri ymisk sløg av føroyskum fiski, sum kalva, tosk og makrel. Nógv av tí, sum verður brúkt til sushi, er annars úr Japan, hiðani sushi stavar upprunaliga.
Í matstovni Etika eru ætlanir um at selja sonevndar byrjunarpakkar til teirra, sum ynskja at royna seg heima við hús. Slíkir pakkar fáast eitt nú eisini í Miklagarði.
Keyp fyrst og fremst …
Bambumáttu at rullað við
Pinnar at eta við
Tara at rulla inn í
… síðani …
Sushirís
Rísedikk
Mirin
… og til endans...
Laks, kalva, tosk, makrel ella tun
Crabsticks / surimi
Rogn
Agurku
avokado
Sesamfræ
Tilhoyr
Wasabi (grøn piparrót)
Kikkoman soja
Súltað ingifer
Sushi uppskrift
Til 4 fólk
2½ dl av sushirísi
4½ dl av vatni
Laki
3½ ssk. av rísedikki
2/3 súpisk. av mirin
2 súpsk. av sukur
1½ tesk. av salti
Skola rísið undir køldum rennandi vatni í 20 minuttir. Stoyt vatnið frá. Tendra tvær kókiplátur, eina við fullum hita og hina við lágum hita. (Á mínum komfýri seti eg aðra plátuna á 9, sum er heitast, og hina á 2, sum er næstniðasti hitin). Tá pláturnar eru heitar, setir tú rísið útá í vatninum og letur tað koma upp á kók undur fullum blussi. Lat rísið spruttkóka undir loki í 4 minuttir. Lyft síðan grýtuna yvir á ta kalaldaru plátuna, og smákóka víðari har í 12 minuttir undir loki. Tak grýtuna av, og legg eitt reint viskustykki ella annað klæði millum lokið og grýtuna og lat standa og trekkja í 15 minuttir á køldum undirlagi.
Koyr rísið í eitt fat og stoyt marinaduna yvir.
Lat rísið standa, meðan tú fyrireikar fiskin. Sker fýrakantaðar bitar av fiskinum til nigiri-bitar, til dømis av royktum laksi. Sker 15 cm langar álir av fiskinum til maki-rullurnar. Og sker agurku, avokado og crabstiks í líka langar álir.
Til Maki leggur tú turkaða tarablaðið á bambumáttina og nakað av rísi omaná. Legg síðani fisk, agurku, avokado ella okkurt annað, sum tær dámar, á rísið og rulla saman til eina snøgga rullu. Lat liggja eina løtu og sker síðani í 1½ cm bitar.
Tað er einfalt at gera »umvent« sushi har rísið situr uttan á taranum. Legg taran á máttuna og smyr rísið á, so tað festir seg. Vend plátuni yvir á eina aðra máttu, so tarin vendir upp. Smyr síðani rómaost á taran og fyll fisk og grønmeti í. Rulla síðani saman til eina snøgga longd, lat standa eina løtu og sker í bitar.
Til Nigiri formar tú rísið í hondini í hóskandi bitar. Legg síðani ein bita av fiski omaná.