Susan Skaaning farin

Susan Skaaning doyði brádliga hin 9. februar eftir stutta sjúkralegu, bert 61 ára gomul.

Saman við Torben og børnunum búði Susan ein triðing av lívi sínum í Føroyum, 1972-1991. Hetta hevur havt so stóran ávirkan á familjuna, at tvey av teimum trimum børnunum nú búgva í Føroyum.
Susan arbeiddi sum assistentur á Djóradeildina á Føroya Náttúrugripasavni í árunum1983-1991 í einum sera fjølbroyttum og virknum tíðarskeiði. Í stóru grindakanningunum frá 1986 til 1988 luttók ikki bara Susan í innsavningini av sýnum kring landið, men øll familjan var sum oftast eisini við. Her lærdu vit eina tætt samansjóðaða familju at kenna, ið stóð saman um alt, ið lívið nú hevði at bjóða teimum.
Susan var eitt ótrúliga kreativt menniskja, full av lívsgleði og orku, og øll kring hana nutu gott av hesum, bæði heima og í arbeiðinum. Hon hevði eina stóra vitan, ikki bara um Føroyar, men um alt møguligt, og hon dugdi at brúka hesa vitan í gerandisdegnum. Á einum lítlum savni við fáum starvfólkum, verður enn meira brúk fyri fólk við víðfevndari vitan og gávum. Susan oysti burturúr við gleði, og vit nutu øll burturav. Hon var ein megnar kvinna.
Súsan var áhugað í nógvum ymiskum, og hon var heil, har hon var. Tá familjan flutti til Føroya, var tað tí so natúrligt og einfalt, at hon fór at læra sum mest um hetta nýggja heimland teirra. Einaferð segði hon, at hon tey fyrstu 2 árini bara lurtaði. Seinni fór hon á skeið á Fróðskaparsetrinum fyri at vita meira um føroyska søgu og mentan.
Hennara stóra vitan og livandi áhugi fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum, hennara opna og vinnandi medferð gjørdi hana væl skikkaða til ferðaleiðarastarvið. Við stóru almennu vitanini um verðina uttanfyri Føroyar, varð hon ein av bestu føroysku ferðaleiðarunum.
Ferðavinnan varð eitt natúrligt ítriv hjá henni, og hon varð limur í Felagnum Tórshavn líka frá byrjan og var í nógv ár nevndarlimur.
Tá hon við sorgblídni flutti av landinum, helt hon fram at brúka sín kreativitet til at gera sera vakrar minnislutir úr Føroyum, og tá hon og Torben fluttu aftur til Danmarkar úr Týsklandi, vendi hon aftur til ferðavinnuna og arbeiddi eina tíð á Handels- og Søfartsmuseet á Kronborg.
Susan hevði nógvar vinir í Føroyum, og vit sóu øll fram til, at hon fór at koma oftari at vitja, nú hon hevði børn og ommubørn í Føroyum. Susan gleddi seg eisini nógv til at síggja tey bæði ommubørnini, sum hon skuldi fáa her til várs og til barnadópar teirra her í Føroyum. Men so skuldi ikki verða, og vit fara øll at sakna hana.
Okkara samkensla fer til Torben, børnini við makum og ommubørnini, og við hesum fátøku orðum lýsa vit frið um minnið um Susan Skaaning.

Dorete BlochIngigerð á Trøðni
Føroya NáttúrugripasavnFelagið Tórshavn/Kunningarstovan