Nógv bendir á, at Barack Obama, forseti, ætlar sær at biðja amerikanska
ST-sendiharran, Susan Rice, taka við sum uttanríkisráðharri eftir Hillary
Clinton, sum langt síðani hevur boðað frá, at hon gevst.
Trupulleikin er, at tað eru ikki allir republikanskir kongresslimir, sum
halda so nógv av Susan Rice. Teir hava millum annað funnist at, at hon
segði ein film um Muhammed profet vera orsøkina til álopið á amerikanska
konsulátið í libyska býnum Benghazi. Kongresslimirnir siga, at Susan Rice
segði hetta, hóast hon átti at vita, at tað vóru yvirgangsmenn, sum framdu
álopið, ið kostaði fýra amerikanarum lívið.
Í dag hevur Susan Rice verið á fundi við teir mest atfinningarsomu
republikanararnar, og eygleiðarar í Washington siga, at okkurt bendir á,
at mótstøðan ímóti henni sum komandi uttanríkisráðharri er viknað ta
seinastu síðina.










