Susan Boyle innløgd eftir finalutap

Skotska kvinna, sum tók øll á bóli í kappingini Britain´s Got Talent, megnaði ikki at vinna kappingina og var í gjár innløgd á einari privatklinikk útlúgvað og mentalt illa fyri 48 ára gamla Susan Boyle gjørdist heimskend eftir lítlari løtu, tá ið hon varð við í kappingini Britain´s Got Talent. Framførslan hjá skotsku kvinnuni fór sum eldur kring heimin, og eftir ongari tíð høvdu milliónir av fólki sæð gomlu gentuna úr Blackburn í Skotlandi syngja sum eina eingil.

 

Leygarkvøldið var finalan í Britain´s Got Talent, og Susan Boyle endaði sum 2. Ein dansibólku vann kappingina.

 

Sunnudagin var Susan Boyle løgd inn á eina privatklinikk í London, sum serliga tekur sær av fólki við sálarligum trupulleikum. Sagt var, at Susan Boyle var útlúgvað eftir sjónvarpskappingina.

 

Eitt fólk, sum var til staðar, tá ið Susan Boyle var flutt av gistingarhúsinum í London, sigur, at Boyle tóktist verða illa fyri - hon var sum í egnari verð.

 

Ein talsmaður fyri sjónvarpskappingina sigur, at tey fylgja við støðuni hjá Susan Boyle og rokna við, at hon kemur skjótt fyri seg aftur.