Kanningar hava víst, at tann veksandi hitin á Jørðini hevur serliga gjørt um seg har suðuri í Suðuramerika, og nýggjar kanningar hava nú prógvað, at Uppsala-jøkulin, sum er stutt norðan fyri suðurendan á Suðuramerika, er minkaður nógv.
David Vaughan, granskari á British Antarctic Survay, sigur við Reuter, at hann og hinir granskaarnir vita ikki við vissu, hví Uppsala-jøkulin minkar, men at teir hava varhugan av, at tað hevur samband við tann veksandi hitan á Jørðini. British Antarctic Survey hevur í hesum sambandi kunngjørt tvær myndir av Uppsala-jøklinum. Onnur er tikin í 1928 og hin í 2004, og tær vísa týðiliga, hvussu nógv jøkulin er minkaður hesi árini.
Hóast granskararnir ikki vita við vissu, hví Uppsala-jøkulin minkar, eru teir ikki í iva um, hvørjar avleiðingar tað fær:
-Tað fer at gera sítt til, at vatnstøðan í høvunum fer at hækka, sigur David Vaughan.










