Vísindamenn í Japan vilja nú vera við, at tað er ikki bara hitin, sum ger, at ísurin við Norðpólin er minkaður tey seinnu árini. Teirra kanningar vísa, at vindurin hevur nógv størri ávirkan á ísin, enn fólk geva sær far um.
Japonsku vísindamenninir hava samanborið vindviðurskiftini og ísviðurskiftini kring Norðpólin tey seinastu 30 árini, og úrslitið er týðiligt, siga teir.
Tað vísir, at bæði um summarið og um veturin fer nógvur ísur við vindinum suður ímillum Grønland og Svalbard og út í Norðuratlantshavið.










