Ísurin bráðnar

Ein livandi installasjón við nýskrivaðum tónleiki – ment tá skandinavisk og grønlendsk listafólk hittust.

Týsdagin 9. august verður forvitnisli framførsla í Norðurlandahúsinum, talan er um livandi installasjón við nýskrivaðum tónleiki – ment tá skandinavisk og grønlendsk listafólk hittust. Eitt verk eftir Birgitte Bauer-Nilsen og Yggdrasil Dance. 

Mennsikjan hevur ikki lurtað eftir náttúruni. Nú ger hon uppreistur. Vit kunnu drukna, verða týnd ella flóta omaná. 


Ísurin bráðnar snýr seg um sambandið grønlendarar og skandinavar hava við bráðnandi ísin og avleiðingarnar av heimsumfatandi veðurlagsbroytingunum. Hvat forhold hava hesar báðar mentanirnar til lívbjargan, vatnflóð, ruðuleika, girnd og framtiðina? 


Hugskot og koreografi: Birgitt Bauer-Nilsen
Dansarar: Alexander Montgomery-Andersen og Thomas Johansen
Installasjón: Marianne Grønnow
Tónaskald: Carsten Dahl 
Sangur: Aviaja Lumholt 
Ljóssniðgeving: Jesper Kongshaug.