Veðurlagsbroytingarnar gera, at tað verður heitari og heitari í Arktis. Kanadiskir og amerikanskir granskarar hava gjørt royndir á stóru oynni Baffin, sum liggur í Íshavinum. Granskararnir eru komnir til ta niðurstøðu, at plantur, sum hava ligið undir ískápuni á oynni í meira enn 100.000 ár, nú eru uttan ís. Hetta skrivar DR.dk í morgun.
Granskararnir hava kannað lendið á stóru oynni, sum annars plagar at vera undir ísi meginpartin av árinum. Men avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum hava nú avdúkað plantur og mosa, sum hava verið undir ísi í øll hesi túsund árini. Royndirnar eru staðfestar við kolevni-14 tíðarfesting.










