Surfing í Sandvík

Nú er yvirskriftin kanska meira skaldslig, tí skal rætt vera rætt, so eitur hetta á føroyskum  at aka á brimfjøl.

 

Men hvussu er og ikki, fyri nøkrum vikum síðani vóru næmingar á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni í Sandvík, har teir hugnaðu sær á stóra sandinum, og eisini nýttu teir møguleikan at aka á brimfjøl.

 

Myndirnar frá degnum eru góðar, og í støðum næstan skaldsligar, t.d. við Lítlu Dímun í baksýni, og vekja kenslur og hugflog. Jóni Brandsson Christiansen tók myndirnar, og fleiri eru at síggja á fb-vanganum hjá Ítróttaháskúlanum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##