Ein donsk kanning vísir nú, at tað er ikki spill av tíð, tá starvsfólk nýta arbeiðstíðina til eisini at surfa á internetinum í privatum ørindum. Úrslitið av kanningini er somikið greitt, at tað nú verður sagt, at arbeiðsgevarar eiga at eggja starvsfólkum til at nýta einar 10 minuttir um dagin til at surfa í privatum ørindum. – Tað minkar ikki um arbeiðssemið. Tvørtur ímóti økist produktiviteturin, og strongdin minkar eisini, verður staðfest í kanningini, sum Mind Lab International hevur gjørt. Í kanningini vórðu kvinnur í sjey europiskum londum kannaðar, og úrslitið var einvíst, at frí og óbundin surfing hevur somu positivu árin á strongd og heilavirksemið annars sum eitt lítil blundur ella sokallaður power-nap hevur.