Íslendska vaktar- og bjargingartænastan fekk í dag boð um, at rættiliga stór ísstykki róku úti fyri útnyrðingspartinum av landinum.
Ein starvsmaður hjá sjóverjuni sigur við Morgunblaðið, at ísstykkini eru so mikið stór, at um eitt skip siglir á eitt teirra, kann stórur vandi vera á ferð.
Í seinastuni hevur íslendska sjóverjan fleiri ferðir boðað frá stórum ísstykkjum, sum eru komin nær teimum vanligu fiskileiðunum úti fyri Vestfirðum.










