Ísur á Sørvági

Kuldin, sum verið hevur, hevur eisini verið at sæð aftur á sjónum, har stilt hevur verið.

Eitt nú í bátahylinum í Sørvági, har hendan myndin varð tikin í seinastu viku.
Tað er ikki heilt óvanligt, at tunnur ísur kann leggjast á sjógvin, har stilt er, vita føroyingr frá at siga, hóast vit ikki hava somu trupulleikar av ísi, sum eitt nú inni í Eystursjónum og har um vegir.
Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður á Sosialinum, sigur, at tað velst eisini nógv um saltinnihaldið í sjónum, um tað fyrstir ella ikki.
Eitt nú í báthyljum, har kanska ein á ella tvær renna í, verður mongdin av feskum vatni tað meira, og tí frystir skjótari.
Verður vanligi sjógvurin kaldari enn fýra hitastig, broytist vektfyllan í sjónum ikki, og tann kaldi sjógvurin søkkur ikki og blandast tí heldur ikki við tann heitara sjógvin djypri niðri. Sostat frystur hann skjótarii, greiðir veðurmaðurin frá.