Tvey oljufeløg hava gjørt avtalu um langtíðarleigu av tveimum veitingarskipum hjá Supply Service í Leirvík. Supply Service í Leirvík hevur skrivað undir avtalu við tvey oljufeløg um langtíðarleigu av veitingarskipinum Eldborg, sum er í gerð í løtuni. Talan er um Revus Energi og Det Norske Oljeselskab, sum hava bundið seg til at leiga veitingarskipið í trý ár.
Sáttmálin fevnir millum annað um veiting til boripallin Deepsea Delta í Norðsjónum. Supply Service hevur trý skip í gerð í løtuni, og tvey av teimum eru longu leigað út.
Supply Service fer at manna skipið við føroyingum burturav.
Sáttmálaskeiðið millum Supply Service og tey bæði norsku oljufeløgini byrjar 1. Apríl 2009 og varðar trý ár við møguleika fyri at leingja í eitt ár.