Supply Service flytir til Havnar

Á ólavsøku skal skrivstovuhúsið, sum Supply Service byggir á Krákusteini í Havn, verða liðugt

P/F Supply Service í Leirvík flytir í summar skrivstovu sína til Havnar.
Fyritøkan keypti eina húsaogn á Skansavegi 7 í Havn, beint við Krákustein.
Tað skuldi alt ganga skjótt. Húsið á tí næstan 900 fermetra økinum varð tikið niður, og farið varð so undir at byggja nýtt.
- Vit løgdu stóran dent á, at nýggja húsið skuldi falla væl inn í lendi og hóska saman við sethúsunum í býlinginum, og tí vildu vit ikki byggja nakran stóran glasbygning, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í P/F Supply Service.
Arkitektavirkið Kontrast hjá Maifinni Norðoy í Havn hevur teknað húsið.
- Húsið líkist ikki frá sethúsunum. Klædningurin líkist, húsið fær flagtekju og fær vanlig vindeygu, sigur Maifinn Norðoy.
Í fyrsta umfari verða 10 skrivstovupláss í húsinum, men tað kann útbyggjast til at kunna hýsa 20-25 starvsfólkum.
Húsið er í gerð, og ætlanin er at flyta inn á ólavsøku.