Suppa, steik og ísur eru gysilig

Vit hava prátað við Una Gullfoss, sum í løtuni starvast sum kokkur á Café Natúr, um fyribrigdið brunch. Hann hevur millum annað royndir við brunch frá teimum báðum stóru hotellunum í Havn, Hotell Føroyum og á Hotell Hafnia. Har hevur hann borðreitt við brunch til eitt nú brúdleyp og aðrar hátíðardagar, bæði hjá privatum og fyritøkum.

Og Uni leggur fyri við at staðfesta, at vanliga skráin við suppu, steik og ís er gysiligt, sum hann tekur til.
 Tað vindur alt meira uppá seg at hava brunch. Tað er sera hugnaligt og maturin er lekkur og lættur og so kunnu børnini eisini taka lut, sigur Uni, sum heldur, at brunch er eitt gott hugskot til eitt nú brúdleyp, tí so sleppur parið at halda okkurt, men sleppa kortini bíligari frá tí.
 So brúka tey heldur pengarnar at ferðast fyri, og fara kanska avstað longu tá brunchurin hevur verið.
 Vanliga kann eitt brúdleyp lættliga kosta einar 100.000 kr. og tá er støðið á matinum altíð tað síðsta fólk tíma at brúka tíð og orku uppá, sigur Uni og ber fram avgjørdu meiningar sínar um føroyingar og veitslumat.
 Føroyingar spara altíð uppá matin, og eftir mínum tykki er veitslan onki verd, um maturin ikki er góður. Maturin er helvtin av upplivilsinum og fólk brúka so nógvan pening til veitsluna kortini, sigur hann., hóast hann heldur, at stemningurin í einari traditionellari veitslu er fantastiskur.
 Mann skal gera sær greitt, at stemningurin er meira avslappaður og óformellur til ein brunch. Fólk lata seg kanska ikki í fínastu gallaklæðini, men kortini ber til at hava alt tað, sum er til eina vanliga veitslu við toastmastara, røðum og sangi. Sum sagt, so er hetta ein samkoma um dagin, og tað er bara upp til fólk sjálvi, hvussu tey vilja hugna sær saman við gestunum, sigur Uni Gullfoss. Og hann vísir á, at higartil hava tað mest verið yngri fólk, sum hava tikið brunchin til sín, eisini í samband við føðingardagar, sum tey halda heima.
 Og í dag er tað upplagt at halda brunch í til dømis Klaksvík, Eysturoynni ella í Vágunum, tí nú er lagamanni at koyra millum støðini í norðara parti av landinum, sigur Uni. Og hann greiðir frá, at brunch eisini hóskar væl til teirra, sum vanliga halda avhaldsveitslur, tí tað er als ikki neyðugt at hava rúsdrekka til ein brunch, meðan tað er eitt must at bjóða gott vín til eina lekra kvøldarmáltíð.
 Niðri er tað heilt vanligt, at familjurnar eta brunch í vikuskiftinum. So eru tey mett restina av degnum og kunnu fara út í nógvar tímar, fyri síðani at eta eina máltíð aftur á kvøldi.
Um innihaldi av brunchium, sigur Uni, at tað bara er hugflogið, sum setur mark fyri, hvat vit borðreiða við. Vanliga er tað ein samansjóðan av einum traditionellum morgunmati og nátturða, men tað ber eisini til at borðreiða við onkrum flógvum rætti, ella at vera meira ótraditionell í útboðnum.
Av breyði sigur Uni, at vit saktans kunnu brúka keypt breyð frá bakaranum, tí tað er frískt og finst í alskyns sløgum. Og hann skjýtur upp, at vit brúka blandað morgunbreyð og annars ymisk sløg av rugbreyði.