Katalanska stórfelagið, FC Barcelona hevur eina risaskuld, og má nú byrja at rinda skuldina aftur. Samstundis skal Camp Nou leikvøllurin eisini útbyggjast, so FC Barcelona hevur brúk fyri kapitali. Tað merkir so aftur, at spælarar mugu seljast.
Sambært enska blaðnum "The Sun" eru bæði feløgini í Manchester, City og United til reiðar at rinda eina upphædd, sum svarar til 3,65 miljardir krónur í okkara peningi fyri at fáa superstjørnurnar Lionel Messi og Neymar í sín hóp.
The Sun veit tó ikki at siga, um tað er Manchester City ella Manchester United, sum er favorittur at ogna sær Lionel Messi og Neymar. Hvørki av feløgunum í Manchester hevur tó sýnt uruguayanska framherjanum hjá FC Barcelona, Luis Suarez áhuga.