Superman droppaður

Tá ið nýggi Superman filmurin ?Superman: Man of Steel? kemur út næsta ár, verður hann kanska nakað øðrvísi enn hinir filmarnir. Fólkini handan nýggja filmin eru nevniliga als ikki tey somu og áður.

 

Í 2006 yvirtók tann ungi Brandon Routh leiklutin sum Superman eftir Christopher Reeves í fjórða filminum ?Superman Returns?, ið Bryan Singer leikstjórnaði. Hesin hevur nú ov nógv at gera til at vera leikstjóri í nýggja Superman filminum. Hóast nógv hevur verið tosað um, um fólkini handan nýggja filminum heldur vilja hava ein yngri sjónleikara, sær sambært nýggjasta slatrinum út til, at Brandon heldur áfram sum Superman í komandi filminum.