Superman deyður

Hetjan í Superman-filmunum, amerikanski filmsleikarin Christopher Reeve, doyði sunnudagin.

Christopher Reeve gjørdist kendur um allan heim sum høvuðsleikarin í teimum fýra Superman-filmunum, sum hann spældi í árunum frá 1978 til 1987.

Men hansara filmslív sum hetjan av gongustjørnuni Krypton fekk ein bráðan enda í 1995, tá hann var fyri einari vanlukku á rossabaki. Hann breyt hálsin og noyddist at sita í koyristóli. Andlitið og fremstifingur á høgru hond var tað einasta, sum ikki var lamið.

Hóast tað helt Christopher Reeve fram í filmsheiminum. Hann hevði nakrar smáar leiklutir, og tað eydnaðist honum eisini at virka sum leikstjóri. Sunnudagin doyði hann av hjartatrupulleikum.