Superliguspælari til EB/Streym

Peter Foldgast, sum hevur verið toppskjútti hjá Brøndby, men sum seinast hevur spælt við AGF, skal styrkja um hópin hjá EB/Streymi restina av kappingarárinum

Fóbóltur

 

Oddaliðið og steypavinnararnir úr EB/Streymi hava nú styrkt sær um hópin við danska Peter Foldgast.

Tað váttar formaðurin í EB/Streymi, Rólant Højsted, fyri Sosialinum.

Peter Foldgast var fyri 4-5 árum síðani eitt tað heitasta álopsnavnið í donskum fótbólti, og eftir at hava verið toppskjútti hjá Brøndby, skifti hann í 2004 til týska Rot-Weiß Essen. Her steðgaði ævintýrið tó nakað, tá spælarin var nógv skaddur, og síðani hevur hann roynt seg í AGF.

Sigfríður Clementsen, sum er venjari hjá EB/Streymi, sigur, at tað alla tíðina hevur verið ætlanin, at styrkja um hópin.

- Vit vistu longu í vár, at hópurin var dekan ov tunnur. Og tað hava vit eisini sæð, nú Mikkjal Thomassen, Høgni Zachariassen og Dánjal Davidsen allir eru úti í longri og styttri tíðarskeið, sigur Sigfríður Clementsen.

- Tað bar tó illa til at fáa fatur á nøkrum av teimum spælarunum, sum vit royndu at fáa, tá, og tí valdu vit at bíða, heldur enn at satsa við onkrum útlendskum spælara, sum vit als einki kendu til. Fyri nøkrum vikum síðani gjørdist hesin møguleikin so opin, og síðani hava vit arbeitt við hesum.

- Og sæð frá einum venjara-sjónarmiði, so haldi eg, at talan er um ein sera spennandi spælara. Foldgast er kanska best kendur sum áleypari, og í útgangsstøðinum verður tað helst her, at vit koma at nýta hann. Hinvegin er hann eisini væl førur fyri at røkja fleiri onnur pláss á liðnum, umframt at hann kann frígeva aðrar spælarar – eitt nú Sorin – sum vit so kunnu brúka til at røkja aðrar uppgávur. So ein spælari av hesum slagnum er heilt víst við til at økja um teir møguleikarnar, sum eg havi at flyta við fólkinum, sigur Sigfríður Clementsen.

Umframt styrkin í heimligu kappingini fegnast Sigfríður eisini um, at felagið við hesum hevur fingið ein spælara, sum veruliga kann tilføra liðnum nakað, nú europiskar uppgávur eisini standa fyri framman.

 

---

 

Fakta

 

Peter Foldgast

Føddur: 3. desember 1979

Hædd: 184 cm

Vekt: 81 kg

Áður spælt við: Vallensbæk, Frem, AGF, Brøndby, Rot-Weiß Essen