Hallur Hansson spældi allan seinna hálvleik, tá AC Horsens í kvøld spældi 2-2 móti oddaliðnum í Superliguni, FC Nordsjælland. Føroyski landsliðsmiðvallarin kom væl frá síni uppgávu og fekk eisini nógv rós frá viðmerkjarunum á TV3 Sport.
Støðan var 0-0 í jálvleikinum, tá Bo Henriksen, venjari hjá AC Horsens, sendi Hall Hansson á vøllin. Hjálparvenjarin segði við TV3 Sport, at venjaratoymið ynskti at fáa fleiri spælmøguleikar í álopssøðu, og tí bleiv innskiftingin framd.
Lars og AC Horsens dystast um Hall Hansson
Tað skuldi eisini vísa seg at rigga, tí føroyski landsliðsspælarin stóð seg væl. Hann tók lut í spælinum og var ein av høvðusorsøkunum til, at AC Horsens kláraði at leggja oddaliðið undir trýst. Tað gav eitt mál upp á hornaspark.
FC Nordsjælland javnaði stutt seinni, men AC Horsens megnaði aftur at leggja seg framum. Leingi sá út til, at heimaliðið fór at vinna, men í yvirtíðini javnaði FC Nordsjælland upp á hornaspark.
Hallur Hansson bleiv eftir 2-1 málið fluttur á høgra miðvøllin, har hann upp til tvær ferðir kom í góðar støður, men avleveringin kom ikki. Hallur Hansson tykist vera komin fyri seg, eftir skurðviðgerðina í fótinum. Hann bleiv bæði kallaður ein “deiligur spælari”, og lýstur sum ein spælari, ið kann nakað við einum bólti.