Superliga minuttir til Gilla

Gilli Sørensen kom annan dystin á rað inn hjá AaB í Superliguni í dag

Gilli Sørensen fekk í dag fimm minuttir av Superliga fótbólti, tá AaB í dag vann 5-0 á Hobro. Hetta er annan dystin upp í slag, at Gilli Sørensen kemur á vøllin fyri besta liðið hjá AaB.

 

Les eisini: Eg nokti at geva skarvin yvir

 

Í farnu viku legði Gilli upp til 3-0 málið, tá AaB vann 3-0 á Sønderjyske. Aftur í dag fekk hann møguleikan at koma inn, tá AaB vann ikki minni enn 5-0 á Hobro.

 

Les eisini: Debut og upplegg frá Gilla

 

Stóri spælarin í dag, var fyrrverandi Aston Villa framherjin, Nicklas Helenius. Hann skoraði ikki færri enn trý mál. Fyri Gilla er tað hugaligt, at hann nú tykist fáa møguleikan, eftir at hann hevur verið langt frá at koma inn á besta liðið.

 

AaB liggur á fimta plássi við 38 stigum. FC Midtjylland liggur nummar eitt við 61 stigum.