Superliga í 2010

Hetta var fremsta málið, sum Todi setti felagnum, har hann nú er partaiegari.

Til at røkka hesum máli verður helst neyðugt at styrkja spælarahópin, og hóast Todi sjálvur verður partur av hesum, so ásannar hann, at við einum navnabrævi, sum er 35 ára gamalt, verður tað neyvan hann, ið skal skjóta felagið upp á tindarnar.

Hinvegin er ætlanin, at felagið skal virka fyri at menna ungar spælarar útifrá, og her vórðu Føroyar nevndar sum nakað serstakt. Hetta soleiðis, at felagið vónar at fáa tilgongd av evnaríkum føroyskum spælarum, sum her veruliga kunnu fáa ein møguleika at royna seg, heldur enn bert at koma á eitt 14 daga venjingaruppihald.

 

At stjórna felagnum hevur Todi fingið fatur á Nicolai Kass-Heilmann, sum við góðum úrslitum hevur stýrt HIK. Enn er hann ikki leysur av sáttmála sínum, og tí var hann ikki við á tíðindafundinum í dag.