Tá Superhero vóru í Føroyum í fjør var alt ímóti teimum. Regnið oysti niður og teknikkurin sveik teir ferð eftir ferð, samstundis, sum teir vóru hálvt triðja døgn seinkaðir, áðrenn teir sluppu á pallin, har teir sum Job, stríddust hóast alt gekk ímóti.
Í ár var øðrvísi. Flogfarið lendi í Vágum eitt heilt korter, áðrenn tað átti. Pallurin er innandura, og høvdu teir vilja verið úti, so kundu teir verið úti, tí tað er av fagrasta festivalveðrið í kvøld. Og teknikkurin vildi bara alt tað, sum bólkurin vildi, og tí er ikki at taka munnin ov fullan at samanbera tolið hjá Superhero við Job.
Tí tað riggaði væl, og bønarløtan um miðja konsert savnaði bólkurin øll saman, har teir bóðu til og greiddu frá, at einasti vegurin til harran er gjøgnum Jesus, og fólkið tók undir.
Villir eftir bønarløtu
Tá bønar løtan var av, vóru nøkur, sum fýltust á, at hendan løtan tók eitt sindur frá stemninginum, sum varð pumpaður upp gjøgnum fyrra partin av konsertini. Og tá teir byrjaðu aftur spældu teir eisini eitt rættiliga álvarsamt lag helst fyri at undirstrika, at bólkurin er meinti bønirnar í álvara, men tá hetta tunga lag var farið afturum sleptu teir flestu hemningunum og hugnaðu sær óført fyri rest.
Uppstillingin
Tungar trummur, snjallur gittari og ein sangari, sum veruliga meinar tað hann syngur. Bassleikarin gongur við obligatorisku flættunum og tann smædni trummuspælarin, hevur helst verið skeldaður í kamari sínum í Skotlandi, tí hann hevur larmað ov illa. Tí hann sat og hugdi niður í trummurnar tað mesta av tíðini.
Nógv ungfólk
Hóast rættiliga nógv fólk vóru inni í salinum á Kelduni, so var fyri tað mesta ungfólk, ið hevði leitað sær inn í hølini.
Teimum dámdi heilt væl, tí tá bólkurin ætlaði at gevast var dómurin greiður. Tey mongu ungu fólkini skríggjaðu, hoppaðu, klappaðu og trampaðu, til bólkurin kom uppaftur og spældi eykalagið.
Hinvegin vóru tey eldru ikki so nógv at síggja, hóast tónleikurin og boðskapurin ikki vóru so nógv øðrvísi, enn nógvir aðrir bólkar, sum eldri fólk eisini fegin vilja hoyra.