Superfeitt í løgtinginum

Tað var undir viðgerðini av uppskotinum um at avtaka lógina um at avtaka Landsbankan, at Kristina Háfoss kom til ta niðurstøðu, at bestu argumentini hjá Jørgen Niclasen og harvið allari samgonguni fyri at avtaka Landsbanka Føroya var, at tað var »superfeitt«.

Sjálvt um Jørgen Niclasen, sum varðar av málsøkinum, ikki hevði tíð – ella allarhelst hug – til at møta til tingviðgerðina, so royndi Jógvan á Lakjuni at halda kjakið í tinginum á einum tignarligum støði. Og honum dámdi als ikki orðið »superfeitt«.

– Hetta er fyrstu ferð, at eg havi hoyrt orðið »superfeitt« nýtt av tingsins røðapalli, segði Jógvan á Lakjuni, tá hann átalaði tingkvinnuna hjá Tjóðveldi fyri málburðin.

Onnur tingfólk vórðu eisini átalað undir somu viðgerð. Høgni Hoydal legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann segði, at Jørgen Niclasen hevði grundgivið fyri løgtinginum við beinleiðis lygnum fyri at fáa tingfólk at avtaka Landsbanka Føroya. Hann varð eisini átalaður.