Í kvøld verður ársins Supercup dystur leiktur. Talan er um uppgerð millum vinnaran av Champions League og vinnaran av Europa League, sum á hvørjum ári verður spældur.
Í ár eru tað sponsku feløgini Real Madrid og Sevilla sum hittast í Supercup dystinum, har Real Madrid sum kunnugt er Champions League vinnari í farna kappingarárið, meðan Sevilla luttekur sum Europa League vinnari.
Til dystin er liðið hjá Real Madrid skert. Cristiano Ronaldo er framvegis skaddur, eftir at hann noyddist út við skaða til EM-finaluna, meðan leikarar sum Gareth Bale, Toni Kroos og Pepe helst ikki vera á liðnum hjá Real Madrid í kvøld.
Talan er tí um fullkomiliga opnan dyst, sum byrjar klokkan 19:45 í kvøld. Til ber at síggja dystin á Tv3+, sum sæst á Televarpinum.