Superbilurin BMW i8

Mest framkomni BMW nakrantíð er superbilurin BMW i8. Bilurin er bygdur upp við kolfibri og hevur bæði turbo-bensinmotor og elmotor.

 

Tað sermerkta við hesum bili er at hann hevur einans 1,5 litra 3 syl. bensinmotor. Við 362 hk koyrir hann frá 0-100 km/t upp á einans 4,4 sekund.

 

BMW i8 er fýrahjólsdriven. Bensinmotorurin tekur sær av bakhjólunum, meðan el-motorurin tekur sær av forhjólunum.

 

BMW i8 er heimsins fyrsti bilur við laser forlyktum, sum kunnu upplýsa koyribreytina heilt upp til 600 metrar fram. Í Danmark kostar BMW i8 líka yvir 3 milliónir krónur.

 

Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/