Ein bilur sum veruliga vakti ans á framsýningini, var danski superbilurin Zenvo ST1, sum var á básinum hjá Bil Magasinet. Zenvo hevur 1104 hk, koyrir frá 0-100 km/t upp á 3 sekund og toppferðin er plomberað niður til 375 km/t.
Bilbyggjarin Troels Vollertsen, sum er verksfrøðingurin aftan fyri verkætlanina, sigur í samrøðu við Bilradio á Rás2, at tað verða eins bygdir 15 Zenvo. Troels Vollertsen hevur meira enn 20 ára royndir við at byggja rasarabilar.